Kunning.fo

Skráset Tiltak

Treytir

Ynskir tú at lýsa eitt tiltak? Set teg í samband við Kunningarstovuna í tínum øki, sum síðani leggur tiltakið inn. Eisini kanst tú sjálvur leggja tiltakið inn, og síðan verður tað góðkent av Kunningarstovuni í tínum øki. Ynskiligt er, at tiltakið eisini verður lýst á enskum og donskum um tiltakið ynskir at røkka danskt- og enskttalandi fólki. Fyri at tiltakið skal leggjast alment út, eigur fyriskiparin at tryggja, at ongar stavivillur eru í tekstinum, og at fyriskiparin hevur rættindi til at nýta myndina. Kunning.fo leggur tiltakið alment út, og um kunning.fo metir at tiltakið og lýsingin av tiltakinum yvirtraðkar føroyska lóggávu, tilskilar kunning.fo sær ikki legga tiltakið út. Kunning.fo átekur sær onga ábyrgd av myndatilfari, teksti ella øðrum í samband við tilfarið um tiltakið, sum fyrireikarin letur kunning.fo at leggja út. Kunningarstovan hevur endaligu avgerðina hesum viðvíkjandi. Tað er ókeypis at lýsa á kunning.fo.