Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

FM í Dart 2019

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 27. apríl.

Tá fara 32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar til Fuglafjarðar at dystast um FM í einmansleiki. Harafturat verður finalan í liðkappingini á skránni og føroyameistararnir í tvímansleiki og skulu finnast.

Lagt verður fyri fyrrapartin við fyrstu dystunum. Út á kvøldið, tá avgerandi dystirnir eru á skránni, verður ein dystur í senn spældur á stóra pallinum. Dystirnir á pallinum verða stroymdir og vístir á stórskíggja í hølinum.

Ætlanin er at skapa rættan dartstemning í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa veruligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum.

Nær og hvar

Dagfesting

27. apríl 2019, leygardagur

Hvar

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Adressa

Karvatoftir 5

Postnummar

530

Býur

Fuglafjørður

Fyriskipari

Navn

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Telefon

238070

Teldupostur

mh@fuglafjordur.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Frámerki

FM í dart