Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

At gerast Ceecee

Sanna søgan um eitt lív við ágangi, plágan, sálarsjúku, vanlagnu og sjálvshatri. Um eina kvinnu, ið hevur bart fyri rættinum at vera tann, hon er, og fyri at ogna sær tað, heimurin ikki vildi unnað henni: gleði.
Yrkis-Life Coach Cecilia “Ceecee” Jacobsen kemur aftur í Norðurlandahúsið við sínum fleiri ferð útselda fyrilestri “At Gerast Ceecee”, har hon greiðir frá síni hjartaskerandi og tó hugkveikjandi sonnu søgu: søguni um at vera tann fyrsti (og leingi tann einasti) alment transkyndi føroyingurin; um hvussu ógvusligt uppvøksturin í hesum lítla samfelagi ávirkaði alt lív hennara, og um hvussu tað kennist at vera “kend” fyri nakað, hon ongantíð bað um og ongantíð ynskti. Hon fer eisini at greiða frá um kroppsligt kyn, kynssamleika, og hvat tað veruliga merkir fyri hana at hava verið tvørkynd. Kom og lýð á hennara endurminningar um djúpt persónligar lyklaløtur frá fyrstu barndómsminnunum til kynsskurðviðgerðina; um flýggjanina úr Føroyum til eitt fremmant land, har hon goymdi samleika sín frá øllum í tvey samfull ár, og um hvussu hetta ávirkaði hana. Cecilia fer at greiða frá sínum heilt sermerkta innliti og lærdómi, eins og hon fer at hugleiða um, hvat onnur kunnu læra av upplivingum hennara. Á yvirflatuni ljóðar søga hennara sum ein sorgarleikur, men í roynd og veru er tað ein søga um at vinna á mótgangi og um at vera tann, tú ert, uttan mun til lívsins forðingar. Tað er ein søga um at finna seg sjálva, at góðtaka tað, tú finnur og elska tað. Tað er ein søga um at finna vegin til sanna gleði; ein leið, hon ynskir at avdúka fyri øllum.

Her sæst sendingin hjá KVF "25 minuttir: Cecilia Jacobsen", sum bleiv send 23. oktober 2018.

Prísur

270,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

2. mars 2019, leygardagur

Klokkan

17:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort