Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Skoytibreytin á Vaglinum

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at skoyta vetrarhálvuna 2018/19. Væl umtókta skoytubreytin verður aftur í ár á Vaglinum. 

Á skoytubreytini verður tónleikur at hoyra og søla av kaffi og kakao. Skoytubreytin letur upp leygardagin 17. novembur og verður opin til hálvan januar 2019

Skoytubreytin verður opin soleiðis:

Mánadag til fríggjadag frá klokkan 14.00 til 22.00

Leygardag frá klokkan 10.00 til 22.00

Sunnudag frá klokkan 14.00 til 22.00

Á jólum:
24. og 25. desember er stongt
26. -28. desember er opið frá kl. 14:00-22:00
29. 10.00-22.00
30. des kl. 14.00-22.00
31. desember er opið frá kl 14:00-17:00
1. januar - Nýggjarsdag 16-22
2. januar -10-22 
3. januar - opið sum vanligt 

Skúlar, barnagarðar og stovnar kunnu leiga breytina við at venda sær til hollin@torshavn.fo. 

Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag til fríggjadag frá klokkan 9.00 til 14.00

Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag – Fríggjadag 9 – 14

Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at skriva til hollin@torshavn.fo
  

Nær og hvar

Dagfesting

11. januar - 19. januar 2019

Hvar

Vaglið

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Tórshavnar Kommuna

Telefon

+298 302010

Teldupostur

hollin@torshavn.fo

Deil Tiltak