Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Bach í kertuljósi

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach. Tónleikurin verður framførdur í myrkri. Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara.

Tey, ið framføra í ár, eru:
Birita Poulsen, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk - Jón Festirstein og Monika Stauss, violin - Jona Jacobsen, viola - Jens Chr. Guttesen, sello.

Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur - Myndaprýði: Carsten Macdonald Arnskov

Konsertin er hóskvøldið 6. desember og byrjar kl. 19.30.

Tónleikararnir byrja longu kl. 19.00 at spæla verk úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach. meðan fólk kemur í kirkjuna. Síðani byrjar sjálv konsertin við sangum og tónleiki eftir Bach, ið Ólavur Jakobsen hevur lagt til rættis.
Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, verður hugnaløta í Roykstovuni.
Konsertin er ókeypis.
Avmarkað pláss er í kirkjuni.  
Myndir:   Birgir Kruse

Nær og hvar

Dagfesting

6. desembur 2018, hósdagur

Klokkan

19:30

Hvar

Ólavskirkjan í Kirkjubø

Postnummar

175

Býur

Kirkjubøur

Deil Tiltak

Kort