Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Góður matur og tónar í Mentanarhúsinum

Góður matur og tónar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Leygarkvøldið 8. desember kl. 19:00 verður jólakrás innan mat og tónleik til kræsna góman Kalvafiskiklógvin og elskuligi meistarakokkurin Gutti Winther, fer at ganda 3 rættir:

Føroyskir brellbitar við makreli, laksi, saltfiski, tarvskjøti úr Stóru Dímun & súltaðum grønmeti.
Dipp & breyð Braisseraðan lambsbógv við leyki, røtum, káli, eplum, urtum & portvínssauce Sjokuláta, kirsuber, nøtir & jól

Omaná verður leskilig konsert við húsorkestrinum mannaðum av trimum Plúmmarum og gestasangara. Plúmm eru eitt stuttligt bland av okkara fremstu flogvitum innan tónleikin, teir funnu saman í ungum árum, og hava líka síðan leska tónatystar føroyingar við sínum frámúr góða spæli.

Frá poppinum til jassin, saman við Holgari Laumann, ella sum Føstufressar hjá Terja, so hava teir altíð levera føroyskar gourmettónar. Í húsorkestrinum eru teir tríggir Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu.

Til jólakvøldini borðreiða teir við jólaligum og hugnaligum løgum, borin fram saman við einum gesti av ovastu hyll, og hetta kvøldið er tað teirra gamli vinmaður og Playboy James Olsen, ið stendur á odda.

Kostnaður fyri tiltakið er: Kr. 780,-
Íroknað er matur og konsert, drykkivørur fáast til keyps.

Prísur

780,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

8. desembur 2018, leygardagur

Klokkan

19:00

Hvar

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Adressa

Karvatoftir 5

Postnummar

530

Býur

Fuglafjørður

Fyriskipari

Navn

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Telefon

238070 238069

Teldupostur

mh@mh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Frámerki

Undirhald Tónleikur Matur