Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Mørk og vegir millum vísindi og list

[This text is not available in English]
Ráðstevna á Fróðskaparsetrinum í døgunum 6. og 7. desember

Arbeiðið við einari útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum er komið væl áleiðis, og útbúgvingin verður boðin út komandi ár. Fyri at gera vart við hugsanir, sum eru knýttar at einari slíkari útbúgving, skipar Fróðskaparsetrið fyri ráðstevnu í døgunum 6. og 7. desember.

Heitið á ráðstevnuni er “Mørk og vegir millum vísindi og list”. Evnið er í fyrra lagi, hvussu listaligt og vísindaligt arbeiði á ymsan hátt umskarast og kunnu ávirka hvørt annað, og í øðrum lagi verður spurt, um arbeiðshættirnir í vísindum og list eru fullkomiliga ymiskir, sum olja og vatn, og ikki kunnu renna saman. Undir hesum yvirskipaða evni eru knýttir spurningar um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti/kenslum/ætlanum til liðugt listaverk. Hugt verður eisini eftir, hvønn leiklut ein útbúgving í list kann fáa í samfelagsligum høpi.

Skrá:

Hósdagur 6. desember 

09.00 Bergur Djurhuus Hansen: Vælkomurøða. Hugsanir og ætlanir

09.25 Ursula Andkjær Olsen: Et læsende fællesskab

10.10 Vónbjørt Vang: Heilsan frá Rithøvundafelagið Føroya

10.30 Kaffisteðgur

10.45 Rolf Hughes: This is Not a Story

11.30 Oddfríður Marni Rasmussen: At læra at lesa seg sjálvan

12.00 Døgurðasteðgur

13.00 Rói Patursson: Ímyndan og markaskil

13.45 Carl Jóhan Jensen: Frá heimild til óheimild/ kynstrið at lúgva satt upp í okkurt, sum er meir enn sannleiki

14.15 Kaffisteðgur

14.30 Orka: Framførsla við stuttum inngangi um tónleikin

15.00 liðugt



Fríggjadagur 7. desember 

09.00 Ivar Frounberg: Kunstnerisk dannelse og uddannelse

09.45 Sunleif Rasmussen: Frá hugskoti til veruleika

10.15 Ólavur Jakobsen: Framførsla - Bach og Heinesen

10.30 Kaffisteðgur

10.45 Sissal Kampmann: Alt, ið er støðugt, hvørvur

11.15 Teitur: Framførsla og hugsanir um tekstir, løg og kompositión

11.45 Bergur Djurhuus Hansen/Sunleif Rasmussen: Samanumtøka

12.00 Liðugt

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at siga frá luttøku. Freistin fyri tilmelding er 4. desember. Kaffi, te, vatn og okkurt lætt til matna verður at fáa.

When and where

Date

6. December - 7. December 2018

Time

09:00

Where

Sjóvinnuhúsið

Address

Vestara Bryggja 15

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event

Map