[This text is not available in English]
Góður matur og tónar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Leygarkvøldið 8. desember kl. 19:00 verður jólakrás innan mat og tónleik til kræsna góman
Kalvafiskiklógvin og elskuligi meistarakokkurin Gutti Winther, fer at ganda 3 rættir:
Føroyskir brellbitar við makreli, laksi, saltfiski, tarvskjøti úr Stóru Dímun & súltaðum grønmeti.
Dipp & breyð
Braisseraðan lambsbógv við leyki, røtum, káli, eplum, urtum & portvínssauce
Sjokuláta, kirsuber, nøtir & jól
Omaná verður leskilig konsert við húsorkestrinum mannaðum av trimum Plúmmarum og gestasangara.
Plúmm eru eitt stuttligt bland av okkara fremstu flogvitum innan tónleikin, teir funnu saman í ungum árum, og hava líka síðan leska tónatystar føroyingar við sínum frámúr góða spæli.