Søg



Søg
« Tilbage til oversigt

[Teksten findes ikke på dansk]
Kom og ven til Atlantic Airways Tórshavn Marathon, Føroya einasta marathon!

[Teksten findes ikke på dansk]
Nú hugsar tú kanska, at hetta er ikki nakað fyri meg - marathon! Men jú, vit fara at leggja venjingina soleiðis til rættis, at øll kunnu venja við, bæði til hálvt og heilt marathon. Vit ætla at býta okkum í bólkar, alt eftir hvørjum støðið vit eru í. Øll skulu kenna seg væl og koma í form, soleiðis at tað ber til at renna tann teinin, ein kundi hugsað sær, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður sett í gongd, 2.juni kl. 13.00

Vit bjóða venjing tríggjar ferðir um vikuna fyri fyrst: týs- og mikudagar kl. 17.00 og leygarmorgnar kl. 8.30 og  vit byrja altíð á Tórsbreyt. Ikki er neyðugt at melda seg sum lim í Bragdinum, so tað er bara at møta.

Seinni í vár fara vit at skipa fyri gonguvenjing, saman við Krabbameinsfelagnum.

Fyrsti venjingardagurin er mikudagin 16.januar kl. 17.00. Einasta treyt er at verða í góðum renniskóm og løttum venjingarklæðum, sum hóska til veðrið.

Hvor og hvornår

Dato

16. januar - 27. februar 2019

Klokken

17:00

Hvor

Tórsbreyt

Adresse

Undir Svartafossi

Postkode

100

By

Tórshavn

Arrangør

Navn

Bragdið

E-mail

bragdid@bragdid.fo

Hjemmeside

Del Event

Kort