Søg



Søg
« Tilbage til oversigt

[Teksten findes ikke på dansk]
Tann sýriski sorgarleikurin – Haifaa Awad um kríggið í Sýria

[Teksten findes ikke på dansk]
Tað hevur eydnast okkum at fáa sýriska læknan Haifaa Awad til Føroya á vitjan. Hesaferð eru ørindi hennara, at greiða frá sínum upplivingum, tá hon arbeiddi á sjúkrahúsi í Sýria undir áhaldandi borgarakrígnum. Haifaa er 30 ára gomul og hevur livað ein stóran part av lívinum í Danmark, har hon eisini hevur lisið til lækna. Eitt tíðarskeið arbeiddi hon á landsjúkrahúsinum, og kennir tí væl Føroyar. Í Danmark er Haifaa Awad kend frá sínum livandi frásagnum um Sýria, og stríðnum fyri frælsi hjá sýriska fólkinum.

Umframt at greiða frá sínum upplivingum í Sýria, fer Haifaa at tosa um orsøkina til borgarakríggi, og um hvussu kríggið hevur ávirkað fólkið í landinum. Eisini fer hon at tosa um hvat tað er, sum ger at ungir evropearar ynskja at luttaka í borgarakrígnum í Sýria, og um hvussu vit best innlima flóttafólk í norðurlendsku londini. Haifaa fer at enda at hugleiða um framtíðarútlit hjá Sýria og sýriska fólkinum.

Temakvøldið, sum bituff skipar fyri, verður hildið í Østrøm í Tórshavn fríggjakvøldið 17. februar og í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 18. februar. Heini í Skorini fer at leiða bæði kvøldini, greiða frá um Sýria og hava samrøðu við Haifaa aftaná fyrilesturin.

Tiltøkini byrja kl. 19.30 og enda kl. 22.00 Atgongumerki til Haifa í Østrøm 17. februar fáast á Kunningarstovuni í Tórshavn og til Haifa í Løkshøll á www.loksholl.fo og á Kunningarstovuni í Saltangará.

Pris

250,00 DKK

Hvor og hvornår

Dato

17. februar 2017, fredag

Klokken

19:30

Hvor

Østrøm

Adresse

Skálatrøð

Postkode

100

By

Tórshavn

Arrangør

Navn

bituff

E-mail

info@bituff.com

Hjemmeside

Del Event