Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Hevur tú vitjað Føroya einasta plakathandil?

Einfalt ‘list’
Í handlinum finnur tú flottar og serstakar føroyskar plakatir. Allar plakatirnar verða sniðgivnar, teknaðar og framleiddar av eigaranum, Miriam Hinz.

Fleiri av plakatunum verða einans gjørdar í ávísum tali. Tær flestu plakatirnar eru at síggja innrammaðar í handlinum og eru klárar at heingja upp á veggin har heima. Plakatirnar kunnu tó eisini keypast uttan rammu, pent samanrullaðar í eitt papprør.

Handilin er klárt eina vitjan verdur, og eigarin greiðir gjarna frá um tær ymsu plakatrøðirnar. Framsýningin er opin inntil 31. desember

Nær og hvar

Dagfesting

1. mai - 31. desembur 2019

Hvar

Streymoy

Adressa

Bøgøta 14

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Einfalt 'list'

Telefon

+298522120

Teldupostur

einfalt@einfalt.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Frámerki

Plakatir

Kort