Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Skeið í rødd og framburði av teksti

[This text is not available in English]

Tvey vikuskiftir í apríl-maj verður eitt kvøldskúlaskeið í Mentanarhúsinum, sum Súsanna Tórgarð stendur fyri. Dato og klokkutíð eru ikki fastløgd enn, men teknið tykkum endiliga, so fáa tit tíðspunkt at vita seinni.

Skeiðið hevur fokus á rødd og framburð av teksti og er ætlað øllum, sum hava hug at arbeiða við røddini hjá sær og við teknikkum at bera fram tekst, eisini um man skal halda røðu ella hava ein fyrilestur.

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, lærara og røðara. Arbeitt verður við at geva luttakaranum eitt innlit í, hvussu ein kann arbeiða við at menna røddina, finna sína persónligu styrki og fáa størri nærveru á pallinum. Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.

Hesin teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú. Tekstir verða sendir luttakarum frammanundan.

Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London. Sí meira á www.voicestudiointernational.com

Tilmelding: Ring ella sms’a til 238010 ella skriva til kvoldskuli@fuglafjordur.fo

(Klokkutíð og dato eru bert fyribils, vera broytt tá skeiði nærkast)

Price

400.00 DKK

When and where

Date

1. April - 31. May 2019

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Kvøldskúlin í Fuglafirði

Phone

238010

E-mail

kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Website

Share event

Tags

Raddarskeið - trín á pall