Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Blátt Gras í Mentanarhúsinum

[This text is not available in English]
Sunnudagin 3. februar verður konsert við Blátt Gras í Mentanarhúsinum.

Blátt Gras er ein tónleikabólkur sum hevur verði nógv at hoyrt í føroysku útvarpsrásunum við løgum sum t.d., ”We are travelling”, ”Sangur til sonin” og ”Tokið”. Í 2015 vann lagið „There is room at the table“, FMA tónleikavirðisløn sum „ársins sangur“ innan fólka-, country- og blues tónleik.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður av ”bluegrass”, sum er tónleikur ið upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum
Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoniirnar við fleiri røddum. Teirra framførðslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði. Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast ”Ávegis”. Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast ”Framvegis”.

Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.

Dyrnar lata upp kl 15.00.

Price

150.00 DKK

When and where

Date

3. February 2019, Sunday

Time

16:00

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Phone

238070 238069

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Tónleikur konsert