Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Dupultkonsert við IKI og Jósef Zachariassen Kvartett

[This text is not available in English]
Virðislønta orkestrið IKI er samansett av 5 songkvinnum úr Danmark, Norra og Finlandi. Tær funnu saman í 2009 og hava síðani framført og túrað ymsastaðni í Noðurlendsku londunum og longur niðri í Europa.

IKI fær íblástur úr tónleikagreinunum popp, klassiskum, jazz og avantgarde. Tó endurspeglast djúpu norðurlendsku røturnar eisini í tónleikinum. IKI gav út triðju fløgu teirra ORACLE í 2018 í samstarvi við danska framleiðaran Mike Sheridan.

Í fløguni ORACLE verða elektronisk elementir blandaði við norðurlendsku kjarnuna í bólkinum. Tónleikurin er eksperimenterandi og improviserandi, har nýggjar tónalegur og ljóð taka lurtaran við á ókendar leiðir. Josef Zachariassen Kvartett (DE)(FO)(NO) er mannað av Jósef Zachariassen, Olga Amelchenko, Amund Kleppan, og Vidar Starheimsæter.

Kvartettin spælir kompositiónir eftir føroyska Jósefi, sum frágreiðir stíl sín soleiðis: ‘Hevði Bartók voksið upp í nútíðar New York hevði stílurin kanska líkst. Tónleikurin lænir elementir frá tí evropeiska klassisku mentanina, ímeðan hann er grundaður í tí amerikansku jazz mentanina.
Úrslitið er ein blandingur av klassiskum melodium og harmonium við einari sterkari rútmu

Price

150.00 DKK

When and where

Date

25. January 2019, Friday

Time

20:00

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Phone

238070 238069

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Tónleikur