Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Krossvegir - hvar eru vit á veg?

[This text is not available in English]

Vit práta um samleika og samfelag. Verturin, Kjartan Gaard Sleire, ið er lærari og M.A í Altjóða og globalari søgu tosar við gestir, ið á ymsan hátt lýsa evnið samleiki og samfelag anno 2018.

Gesturin hesaferð Hans Andrias Sølvará fer at tosa um "Kirkjuna, brøðurnir og vekingarrørslur í Føroyum – ein samanbering við Ísland”.

Brøðurnir hava serstakliga stóra undirtøku í Føroyum, í veruleikanum er talan um eitt heimsmet. Tað setur spurningin hví so er og hvønn týdning tað hevur havt. Í fyrilestrinum fer føroyska dømið at verða samanborið við gongdina í Íslandi, sum varð ávirkað av stórt somu rákum sum Føroyar.

Við støði í hesi samanberingini fer at verða roynt at nema við onkur viðurskifti, sum kunnu hava verið við til at gera, at brøðurnir fingu so stóra undirtøku og ávirkan á føroyskt trúarlív.

Kostnaður er 70 kr. við dyrnar. 25 ár og yngri hálvan prís.
Lærari/vertur: Kjartan G. Sleire tlf. 272017

Tilmelding: Kvøldskúlin 238010 ella við dyrnar.

Price

70.00 DKK

When and where

Date

6. March 2019, Wednesday

Time

19:30

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Fuglafjarðar Kvøldskúli

Phone

238010

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Fyrilestur prát samfelag