Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Krossvegir - hvar eru vit á veg?

[This text is not available in English]
Vit práta um samleika og samfelag. Hesaferð er gesturin Runa Preeti Ísfeld, sum fer at tosa um tilflytarakvinnur í Føroyum - millum stigmatisering og integration.

Verturin, Kjartan Gaard Sleire, bjóðar vælkomin og greiðir frá høvuðstankunum við tiltakinum. Síðani práta hann og Runa um tilflytarakvinnur, sum eru giftar í Føroyum og um, hvussu migration hevur broytt teirra lív. Hvussu uppliva tær stigmatisering sum kvinnur, hvussu uppliva tær tað at skapa sosiala relasjón í Føroyum og hvørjar eru teirra royndir við at fáa arbeiði í Føroyum?

Verturin, Kjartan Gaard Sleire, ið er lærari og M.A í Altjóða og globalari søgu tosar við gestir, ið á ymsan hátt lýsa evnið samleiki og samfelag anno 2018.

Tiltakið verður fýra kvøld í vetur:
Mikukvøldið 16. januar kl. 19.30 er Cecilia Jacobsen, eisini kend sum Ceecee, gestur

Mikukvøldið 6. febuar kl. 19.30 er Runa Preeti Ísfeld gestur

Hóskvøldið 21. febuar kl. 19.30 er Svein Magnason gestur

Mikukvøldið 6. mars kl. 19.30 er Hans Andrias Sølvará gestur

Kostnaður er 70 kr. við dyrnar. 25 ár og yngri hálvan prís.
Lærari/vertur: Kjartan G. Sleire tlf. 272017

 Tilmelding: Kvøldskúlin 238010 ella við dyrnar.


Price

70.00 DKK

When and where

Date

6. February 2019, Wednesday

Time

19:30

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Fuglafjarðar Kvøldskúli

Phone

238010

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Fyrilestur prát samfelag