Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Krossvegir - hvar eru vit á veg

[This text is not available in English]

Vit práta um samleika og samfelag - gestur hesaferð er Cecilia Jacobsen, eisini kend sum Ceecee, sum fyri nøkrum árum síðani skifti kyn í samsvar við sín samleika.

Verturin bjóðar vælkomin og greiðir frá høvuðstankunum við tiltakinum. Síðani hevur Cecilia ein stuttan fyrilestur.

Verturin, Kjartan Gaard Sleire, ið er lærari og M.A í Altjóða og globalari søgu tosar við gestir, ið á ymsan hátt lýsa evnið samleiki og samfelag anno 2019.

Tiltakið verður fýra mikukvøld í vetur:
Mikukvøldið 16. januar kl. 19.30 er Cecilia Jacobsen, aka Ceecee, gestur
Mikukvøldið 6. febuar kl. 19.30 er Runa Preeti Ísfeld gestur
Mikukvøldið 21. febuar kl. 19.30 er Svein Magnason gestur
Mikukvøldið 6. mars kl. 19.30 er Hans Andrias Sølvará gestur

Kostnaður er 70 kr. við dyrnar. 25 ár og yngri hálvan prís.
Lærari/vertur: Kjartan G. Sleire tlf. 272017
Tilmelding: Kvøldskúlin 238010 ella við dyrnar.




Price

70.00 DKK

When and where

Date

16. January 2019, Wednesday

Time

19:30

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Fuglafjarðar Kvøldskúli

Phone

238010

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Fyrilestur prát samfelag