Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Útgávukonsert: Petter Dass á mannatungu í Føroyum

[This text is not available in English]

Leygardagin 10. november kl. 20.00 verður útgávukonsert við Niels Midjord og Eilin Hansen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í sambandi við at útgávan “Petter Dass á mannatungu í Føroyum” kemur út. Hetta kvøldið hitar Helgi Midjord upp. Atgongumerki à kr. 100 fáast við dyrnar.

Norski presturin og skaldið Petter Dass (1647-1707) hevur havt størri ávirkan her á landi, enn fólk flest munnu geva sær far um. Í hansara tíð var tað sjáldsamt at fólk dugdu at lesa, og hann lærdi tí síni sóknarbørn á tann hátt, at hann yrkti kvæði burtur úr bíbliusøgunum í Gamla Testamenti. Eisini yrkti hann ein sang til hvønn lærusetningin í Luthers lítlu katekismus.

Sjálvt um hann ikki upplivdi, at nakað av hesum kom á prent, meðan hann livdi, so spjaddist tað skjótt munn av munni um alt Noreg og kom eisini til Føroya. Her hava vísurnar hjá honum verið so mikið nógv nýttar, at tær hava fingið egin føroysk løg. Bíbilsku vísurnar meira kvæðakend løg og katekismusangirnir lættari sálmakend løg. Tað er eitt lítið úrvæl av hesum løgunum, Niels og Eilin fara at syngja.

Í mai vóru Klaksvíkar og Fuglafjarðar sangkór á kórstevnu í Ørsta í Noreg. Niels Midjord og Eilin Hansen syngja bæði í Fuglafjarðar sangkóri og nýttu tey høvi at fara á konsertferð í Noreg vikuna fyri. Millum annað sungu tey í sóknarkirkjuni hjá Petter Dass í Alstahaug. Pól Hans á Grønutúgvu var við bæði á konsertferðini og á kórstevnuni og filmaði allan túrin. Hesin filmurin verður vístur í steðginum.

Price

100.00 DKK

When and where

Date

10. November 2018, Saturday

Time

20:00

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Phone

238070

E-mail

mh@fuglafjordur.fo

Website

Share event

Tags

Útgávukonsert