Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Jólaborð í Mentanarhúsinum

[This text is not available in English]
Jólaborð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Leygarkvøldið 15. desember kl. 19:00 verður jólakrás innan mat og tónleik til kræsna góman Kalvafiskiklógvin og elskuligi meistarakokkurin Gutti Winther, fer at ganda 3 rættir:

Føroyskir brellbitar við makreli, laksi, saltfiski, tarvskjøti úr Stóru Dímun & súltaðum grønmeti. Dipp & breyð Braisseraðan lambsbógv við leyki, røtum, káli, eplum, urtum & portvínssauce Sjokuláta, kirsuber, nøtir & jól

Omaná verður leskilig konsert við húsorkestrinum mannaðum av trimum Plúmmarum og gestasangara.
Plúmm eru eitt stuttligt bland av okkara fremstu flogvitum innan tónleikin, teir funnu saman í ungum árum, og hava líka síðan leska tónatystar føroyingar við sínum frámúr góða spæli.
Frá poppinum til jassin, saman við Holgari Laumann, ella sum Føstufressar hjá Terja, so hava teir altíð levera føroyskar gourmettónar. Í húsorkestrinum eru teir tríggir Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu.
Til jólakvøldini borðreiða teir við jólaligum og hugnaligum løgum, borðin fram saman við einum gesti av ovastu hyll.

Leygarkvøldið 15. desember er tað lokali songfuglurin Bárður á Lakjuni, ið letur drúss á Plúmmið.

Kostnaður fyri tiltakið er: Kr. 780,-
Íroknað er matur og konsert, drykkivørður fáast til keyps.

Price

780.00 DKK

When and where

Date

15. December 2018, Saturday

Time

19:00

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Phone

238070 238069

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Matur Undirhald Tónleikkur