Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Kvirrudagur

[This text is not available in English]
Sunnudagin 18. november kl. 11:00 – 16:00

Vælkomin til ein heilan dag í kvirru, sinnisró og hvíld.
Ein dagur halgaður til djúphvíld, sinnisvenjingar, náttúru og vælveru.
Vit arbeiða á máttuni við serligum venjingum, sum fremja djúphvíld.
Vit gera venjingar innan kropsskanning og andadrátt.
Arbeitt verður við tilviti, mindfulness sinnisvenjingum og øðrum stillandi sinnisvenjingum.
Við kønari vegleiðing kemur tú inn í kvirruna.
Farið verður út at ganga í náttúruni og arbeitt verður við hug- og miðsavnan í kvirru í samband við náttúruna og við lívið sum heild.
Tú fært ein heilan dag í hvíld og kvirru, og tú fært amboð og venjingar við heim til gerandisdagin.
Dagurin er opin fyri øllum áhugaðum.
Kvirrudagurin verður í “Glasstovuni” hjá Vaksa í avbera vakra umhvørvinum á Velbastað.
Skift verður millum inni og úti venjingar.
Undirvísari:  Birita Nolsø
Kostnaður: 550 kr.
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo

AVMARKAÐ PLÁSS

Price

550.00 DKK

When and where

Date

18. November 2018, Sunday

Time

11:00

Where

Vaksa, Glasstovan

Address

Úti á Heyggi 16

Zip code

176

City

Velbastaður

Share event

Map