[This text is not available in English]
Leikurin er stórgaman og skemt, sangur og kæti. Leikevnið er tikið frá einari av teim sjáldsamastu hendingunum í søgu Íslands, eitt ævintýr í sjálvum sær. Høvundurin fer lætt um tað sannsøguliga, men letur tað lúta fyri teim krøvum sum skemtileikur setir, hesum dylir hann ikki fyri men kallar leikin “ósøguligt leikhúsverk”.
Jørundur Hundadagkongur verður ein jubileumsframførsla í orðsins rætta týdningi, fest, farvur, frekt, stuttligt og hugvekjandi. Har verður sangur, dansur tónleikur, akrobatikkur og allskyns kynstur. Umframt høvuðsleikararnar, sum eru 11, vera eini 30 fólk við sum statistar, og til hetta fara vit at fáa sangarar, dansarar, fimleikarar o.o. at seta sín serliga dám á leikverkið.