Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Krabbarnir 10 ár

[This text is not available in English]
Í ár hava krabbabøkurnar 10 ár á baki, og tað hátíðarhalda vit fríggjadagin 14. september klokkan 16 við at leggja fram 6 nýggjar upprunaføroyskar krabbabøkur, harav eru tríggjar faktabøkur.

Samrøður, bókaframløgur, tónleikur og framsýning av bókum verða á skránni. Krabbabøkur verða at fáa fyri serprís til tiltakið.
Elin á Rógvi hevur samrøður við høvundarnar.

Tær 6 bøkurnar eru "Eg vil heim" og "Mina, hvør eri eg?" sum Lydia Didriksen hevur skrivað; Trina Gaard hevur myndprýtt ta fyrru og Edward Fuglø ta seinnu. Tvær faktabøkur um djór, "Eg og mítt kelidýr, hundur" og "Eg og mítt kelidýr, ketta"; Beinta Johannessen hevur skrivað báðar. "Veður," sum Hanus Kjølbro hevur skrivað, og "Katrina í Toftum," sum Ingun Christensen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá myndprýtt.

Hesar bøkurnar eru allar í krabbarøðini, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út; krabbabøkur eru lættlesibøkur ella bøkur, sum eru lættar at lesa; allar eru viðgjørdar av lesifrøðingi.

Krabbarøðin rundar 10 ár, og hesi árini eru ikki færri enn 283 bøkur komnar út; harav eru 33 eru upprunaføroyskar. Forløgini tóku stig til hesar útgávurnar, tí lærarar sóknaðust eftir bókum, sum vóru lættari at lesa enn tær, sum tá vóru tøkar. Hildið var, at gloppið frá myndabókini, sum foreldur lesa fyri børnum, til tekstbókina, sum barnið lesur sjálvt, var ov stórt, tí teksturin var ov torførur ella drúgvur at lesa. Krabbabøkurnar komu tí á eitt tómt pláss í skúlanum, og tær hava verið sera væl móttiknar. Í úrvalinum av krabbabókum eru alt slag av bókum; bøkur um vinalag og happing, kærleika og sorg, bøkur um børn, sum hava serlig áhugamál, skemtibøkur, ræðubøkur, krimibøkur og faktabøkur um alskyns evni. Stuttligt er at síggja, at serliga tær upprunaføroysku bøkurnar eru millum best umtóktu og mest seldu bøkurnar.

When and where

Date

14. September 2018, Friday

Time

16:00

Where

Rir & Rák

Address

Tinghúsvegur 60

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event

Map