Search



Search
« Back to list

Talgilda tín bý

[This text is not available in English]
Hevur tú hugskot í sambandi við umhvørvi, býarskipan, vælferð, útbúgving, mentan ella aðra tænastu kommunan veitir?

Kundi tú hugsað tær at gjørt tín bý enn betri fyri okkum øll?

Hevur tú sæð snildar loysnir uttanlands, sum tú heldur, vit áttu at havt í Tórshavnar kommunu?

Hvat skal til fyri at lyfta Tórshavnar kommunu inn í framtíðina?

50.000,- KR TIL BESTA HUGSKOTIÐ

‘Talgilda tín bý’ er eitt tiltak fyri allar borgarar sum brenna fyri at gera ein góðan bý enn betri. Tiltakið er skipað sum ein hugskotsverkstova og eitt hakkaton fyri luttakarum í øllum aldri og við fjølbroyttari bakgrund. Í øðrum londum eru slík tiltøk kend sum "Smart City Hack". Endamálið er, at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur sum kommunan veitir t.d. vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan undir leiðslu av royndum mentorum.

Tað er ikki neyðugt at hava eitt hugskot fyri at luttaka. Øll sum hava hug kunnu vera við og kunnu arbeiða saman við øðrum, sum antin hava nýggj óroynd hugskot ella hugskot sum eru komin nakað áleiðis. Tiltakið endar við at luttakararnir leggja sína loysnir fram fyri eini dómsnevnd, sum velur bestu loysnina, og vinnandi toymið fær 50.000,- kr í virðisløn.

Tiltakið verður 21.-22. september í nýggju Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

When and where

Date

21. September - 22. September 2018

Where

Sjóvinnuhúsið

Address

Vestara Bryggja 15

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Tórshavnar Kommuna og Fróðskaparsetrið

Website

Share event

Map