Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Shhh!

[This text is not available in English]
Ein sterkur, virðisløntur sjónleikur um harðskap í heiminum. Íslendski sjónleikarabólkurin RaTaTam skapti Shhh! út frá samrøðum við offur, brotsfólk og avvarðandi, umframt tilfari úr tíðindabløðum og vísindaligum ritum. Tey tóku upp og arbeiddu seg ígjøgnum 200 tímar av video. Søgrnar vóru ofta ræðuligar og pínufullar, men so løgið tað ljóðar, lá tíðum eisini ein myrkur humor undir. Limirnir í Ratatam vóru bergtiknir av vónini og andanum hjá teimum djørvu offrunum, sum søgdu sínar søgur. Tað sigst at látur er okkara besti vinur, tá sorgarleikurin er harðast. Ein lætti tá tíðirnar eru torførar. Hetta var eisini tað sjónleikabólkurin legði til merkis, tá tey arbeiddur við øllum teimum ræðuligu søgunum. Við at siga nakrar av søgunum ígjøgnum sjónleik, vónar Ratatam at kunna hjálpa offrum at lekja, at undirhalda og at lata eyguni hjá áskoðaranum upp fyri smáu og ókendu síðunum av harðskapi í heiminum.

When and where

Date

20. October 2018, Saturday

Time

19:30

Where

Norðurlandahúsið

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event