Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Portraits of the Loved Ones - Listasavn Føroya

[This text is not available in English]
Hansina Iversen: Portraits of the Loved Ones

Samtíðarlist í miðdepil
Listasavn Føroya

Samtíðarlist verður støðugt sett í miðdepil á Listasavni Føroya. Nakrar mánaðir í senn verður eitt nýtt úrval av samtíðarlist hjá Listasavninum víst í Vetrarstovuni út ímóti Viðarlundini. Listin er í alskyns miðlum og stílum, og átakið varpar ljós á nýggjari list í føroyskum høpi.

Listafólkið hesa ferð er Hansina Iversen (1966), sum tekur støði í tí non-figurativa við denti á litir, formar og samspælið millum hesi.
Í januar 2018 hevði Hansina Iversen serframsýning í Steinprenti, har savnið ognaði sær fimm málningar. Sum ofta er hjá Hansinu, hava einstøku myndirnar einki heiti. Kortini hava hesar eitt felagsheiti, nevniliga Portraits of the Loved Ones.

Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í nógv ár. Tá hon arbeiddi við hesum málningunum, kendi hon fleiri av skapunum aftur, sum komu fram á løriftinum. Tað vóru sum eldri kenningar, sum vendu aftir til listina hjá henni. Á henda hátt kunnu málningarnir skiljast sum "portrett" av skapum, sum standa henni næst.

Sjálvt um bráið er eyðkent Hansina Iversen, og skapini eru afturkennilig, eru málningarnir nýhugsandi og rannsakandi. Teir mynda nýggjar leiðir hjá listafólkinum. Kompositiónirnar eru frískar og fyltar við mótsetningum: Hansina Iversen blandar sterkar og djúpar litir við pastellir og veikar litir. Skapini eru bæði mettað og gjøgnumskygd. Strokini eru statisk og dynamisk, og alt hetta skapar ein spenning millum dýpd og flata.

"Portrettini" og felagsheitið geva okkum okkurt at arbeiða við. Vit flyta okkum ikki eins nógv í tí ókenda, sum vit annars gera hjá Hansinu Iversen. Vit hava eina eitt sindur greiðari mynd av, hvussu vit kunnu fara til myndirnar. Tær eru intensar, og samspælið millum linjur og litir er máttmikið og endaleyst.

Leinkja til myndir av nýggju málningunum á Listasavninum:

Listasavn Føroya er opið:
1. mai til 31. august kl. 11-17 allar dagar í vikuni
1. september til 30. apríl kl. 13-16 allar dagar uttan mánadag
Atgongugjald er 65 kr, lesandi 25, 16 ár og undir ókeypis.

Price

65.00 DKK

When and where

Date

18. August - 30. April 2019

Where

Listasavn Føroya

Share event