Kunning.fo

Search



Search
« Back to list

Matiné í Havnar kirkju

[This text is not available in English]
Leygardagin 11. august kl. 11.30 fara Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg at spæla til matiné í Havnar kirkju.   Kenneth Jones er trompetleikari. Hann starvast á musikkskúlum kring landið og er væl kendur í føroyska hornorkesturheiminum. Upprunaliga er hann úr Wales, men hevur nú í nógv ár búð og arbeitt í Føroyum. Birgitte Schnakenburg spælir klaver og arbeiðir Tórshavnar musikkskúla, har hon bæði undirvísir í klaver og hevur fylgisspælið, tá ið næmingar, sum spæla onnur ljóðføri, hava tørv á fylgisspæli. Birgitte er upprunaliga donsk og hevur eisini í nógv ár búð í Føroyum.   Kenneth og Birgitte hava spælt saman í fleiri ár og havt nógvar konsertir saman. Tey hava eisini givið út fløgu við tónleiki fyri trompet og klaver.   Leygardagin fara tey at spæla tónleik av Kenneth Jones og Pauli í Sandagerdi. Kenneth hevur lagt løgini Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, Einki er sum summarkvøld við strendur og danska lagið I skovens dybe stille ro til rættis fyri trompet og klaver. Birgitte fer at spæla fýra sangir eftir Paula í Sandagerði: Vísa, Flýgur tú lógv, Træið og Fjarlagt hvesti hann sjógvin.

When and where

Date

12. August 2018, Sunday

Time

11:30

Where

Havnar kirkja

Zip code

100

City

Tórshavn

Share event