Kunning.fo

Search



Search
« Back to list

Faroe Express Stafettin 2018

[This text is not available in English]

Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL stafettini, verður skipað fyri stafett-renning á havnarlagnum í Havn leygardagin 25. august kl. 14:00 (upphiting frá 13:40).

Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri fyritøkur og stovnar. Hetta er einasta renning í landinum, ið er málrættað til starvsfelagar. Tí er tað eitt frálíkt høvi at finna saman við øðrum á arbeiðsplássinum og gera ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. 

Aftur við og aftan á renningina verður undirhald á Eystaru Bryggju, soleiðis at hetta gerst ein óførur dagur við samanhaldi, frískari luft, rørslu og hugna. Á skránni er millum annað tónleikur, matur og drekka, vinningar, síga í reipi av bingjum, heiðursmerkir osfr. 

Luttøkugjaldið er 200 kr fyri hvønn (600 kr fyri liðið), ið alt fer óskert til ungdómsarbeiði innan renning. Høvuðsstuðulin, Faroe Express, samstarvar við Bragdið  um at senda ungdóm til kappingar uttanlands. 

Hvørt lið hevur tríggjar luttakarar, ið renna/ganga 3 km í part, tilsamans 9 km.

Vit lata eina ókeypis renniblus til allar luttakarar umframt ein gávuposa við ymiskum góðum. 

Freistin at melda liðið til stafettina er 21. august, men tak longu nú í herðatoppin á starvsfeløgunum.​

Sí meira kunning og melda til her 

Price

600.00 DKK

When and where

Date

25. August 2018, Saturday

Time

13:40

Where

Eystara Bryggja

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Faroe Express Stafettin

Website

Share event