Kunning.fo

Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
BankNordik Open verður á Glyvursnes 12. august

[This text is not available in English]
Sunnudagin 12. august 2018 verður skipað fyri BankNordik-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.  

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi. Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningur eisini verður latin tí leikara, sum hevur flest stig eftir 9 teimum fyrstu holunum. Meðan viningar verða latnir teimum trimum bestu, ið hava flest stig eftir 18 holum.  

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við BankNordik-bóltum. Harafturframt letur BankNordik teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.  

Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.  

Umboð fyri BankNordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.  

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður.

Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.  

Tey, ið hava áhuga at luttaka, skulu senda eitt SMS til 290859 ella teldupost til: hph@lv.fo í seinasta lagi fríggjakvøldið tann 10. august kl. 20.00.  

Luttøkugjaldið er kr. 100,00.  

Price

100.00 DKK

When and where

Date

12. August 2018, Sunday

Where

Glyvursnes

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Tórshavnar Golffelag

Phone

290859

E-mail

hph@lv.fo

Share event