Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Lekkur Sjampanju Brunch og Kongalig brúðarvígsla á stórskíggja

[This text is not available in English]
Sjampanju Brunch í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Í samband við at Prince Harry – sonur prinsessu Dianu – og filmstjørnan Megan Markle vera gift 19. Maj, fer Mentanarhúsið í Fuglafirði at bjóða til risa sjampanjubrunch samtíðis, sum vígslan fer fram í Onglandi.

Á hesum tiltakinum fær man eisini spennandi brúdleyps-íblástur, samtíðis sum man fær høvið at síggja vígsluna á stórskíggja.
Ein fær høvið at smakka leskiligan mat og pinnamat, frukt og leskiliga brúðarkøku og brúsandi drykkir.
Eisini sleppur tú at sita í marglætisbilum og kenna teg sum eina rætta brúður ella brúðgom ella sum eitt verðuligt royalt brúðarpar.

Ikki síðani 1956, tá Fúrstin Rainier úr Monaco giftist við filmstjørnuni Grace Kelly, hevur verði eins stórur áhugi í einum royalum brúdleypi íroknað filmstjørnur. Eitt nú kostar kjólin hjá Megan Markle 1. millión krónur. Hetta er tætt við prísin á brúðarkjólanum hjá Dianu, sum kostaði 1,1 millión.

Tað er nú summarið byrjar!

Kl: 10.00​ – Check-inn til Sjampanjubrunch í Mentanarhúsinum.
                   Brúdleypið koyrir á stórskíggjanum.
Kl: 11.00 – ​Gestirnir koma í St. Georges Chapel í Windsor Castle.​
                   Vit fylgja sjálvandi við og hyggja eftir flottum kjólum og klæðningum.
Kl: 12.00​ – Sig “Ja” – Kongaligt brúdleyp.
                   Vit bíða spent til Megan kemur í kirkjuna og sigur ja til sín prins.
Kl: 13.00​ – Brúðarparið kemur úr kirkjuni.
                   Vit fylgja glað við. Kl: 14.00​ – Takk fyri í dag.

Atgongumerkið gevur tær:

Lekkran sjampanjubrunch, drykkjuvørur og beinleiðis stroyming frá kongaliga brúdleypinum úr Onglandi á stórskíggja.

Eina rúgvu av íblástur til brúdleyp og stórar veitslur.

Beinleiðis prát við framvísarar og seljarar :

DP-Køkur
Fuglafjarðar Ellisakfør
Blómuhandilin Flora
Mentanarhúsið
Lykke Limo
Brúðarprýði - Tykkara dreymar, okkara áhugi
Blómuhandilin Orkis
Várperlan
Føroya Bjór
Magna Jacobsen - Kokkur
Odwear

Smakking av brúðarkøkum, kaffi/te

Gevið gætur: Sessirnir eru ikki í talrøð og máltíðirnar eru við vøkur rund uppdekkaði borð, í stóra stásiliga salinum í Mentanarhúsinum.

Kostnaðurin er EINANS 150kr áðrenn 19. maj. 

19. maj hækkar prísurin á 200kr, so tað ræður um at skunda sær!

Price

150.00 DKK

When and where

Date

19. May 2018, Saturday

Time

10:00

Where

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Address

Karvatoftir 5

Zip code

530

City

Fuglafjørður

Organizer

Name

Mentana

Phone

238070

E-mail

mh@mh.fo

Website

Share event

Tags

Undirhald Brúddleypi Framvísing