Search



Search
« Back to list

Open mic/Open stage v/ Anna Skoradal á Reinsarínum

[This text is not available in English]
Mikukvøldið 18. apríl verður Open Mic/Open Stage í Reinsarínum. Gestur hetta kvøldið er Anna Skoradal, sum er 17 ára gomul og gongur á Glasi. Hon hevur gingið á "Performance Arts" eftirskúla og hevur verið við á tourné'ini "Verden Går Sin Gang", ein tulking av tónleiki hjá Lars H.U.G. - har hon átti endasangin "Verden Går Sin Gang" og átti flestu solo sangirnar. Tournéin var í Aalborg, Aarhus, Odense og Keypmannahavn og spældu fleiri ferðir fyri 300+ áhoyrarum. Eisini hevur hon framført á Rockirusk, Track 7 og Efterskolernes Festival, har hon var við í ambassadør-bólkinum og sang lead. Anna skrivar sjálv tekstir og løg, og spælir ymisk ljóðføri, so sum ukulele, guitar og klaver, men sangur er hennara høvuðs ljóðføri. 
https://soundcloud.com/anna-sof-a-skoradal/n-2
Eftir framførsluna er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30 – Innskrivan
20:00 – 20:30: Anna Skoradal
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Meldur og Okkara.

When and where

Date

18. April 2018, Wednesday

Time

19:30

Where

Reinsaríiði

Address

Tórsgøta 3

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Reinsaríið

Phone

+298 256671

E-mail

torsgota@torshavn.fo

Website

Share event