Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Bátafestivalurin

[This text is not available in English]
Fyrsta bátatiltakið fyri stavn Bátafestivalurin 2018 verður á Toftum leygardagin 5. mai Ársins fyrsta bátatiltak er Bátafestivalurin á Toftum. Eins og undanfarin ár, so verður hann eisini í ár fyrsta leygardag í mai-mánaði, sum er 5. mai. Meðan bátafólkið pussar upp, leggja fyrireikararnir seinastu hond á víðfevndu skránna, sum verður kunngjørd seinni. Dan heldur røðuna fyri bátafólkinum Leisturin verður kortini hin sami og væl kendi. Dagin fyri – fríggjadagin klokkan 16.00 – letur kampingøkið upp. Klokkan 12.00 leygardagin møtast bátarnir í Skálafirði, og hálvan tíma seinni setir bátafylgið kós ímóti Oyrunum á Toftum, hagar teir koma klokkan 14.00. Í ár verður tað Dan Reinert Petersen, ið fer at flyta fram vælkomurøðuna í Oyrunum. Dan er saltnesmaður, fyrrverandi lærari og tingmaður, sum eisini kennir væl til sjólívið. Suppa, sangur – og dansur Eftir tiltakið í Oyrunum, har harmonikurnar eisini ljóma, savnast bátafólkið á ‘Nyki’ at fáa tiltiknu suppuna og annað gómagott. ‘Syngið við’-tiltakið við harmonikutónleiki byrjar klokkan 18.40 og varir í umleið hálvan annan tíma. Klokkan 23.00 byrjar dansurin í teltinum. Bill undirheldur Allan dagin verður matarsøla, tónleikatiltøk og undirhaldstiltøk fyri børn og vaksin, sum kunnað verður um seinni. So mikið er tó vist og váttað, at Bill Justinussen, tingmaður, undirheldur í teltinum klokkan 16.30. Fyrireikararnir bjóða øllum at vera væl komin á Bátafestivalin á Toftum 2018. Meiri kunning sæst á facebook.com/batafestivalurin Bátafelagið á Toftum Tlf 509311

When and where

Date

5. May 2018, Saturday

Time

12:00

Where

Í Oyrunum

Address

Lýðarsvegur 8

Zip code

650

City

Toftir

Organizer

Name

Høgni Waag Høgnesen

Phone

509312

E-mail

hogniwaag@gmail.com

Share event

Tags

Sigling undirhald

Map