Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Føroya Regatta 2018

Aftur í ár verður skipa fyri Føroya Regatta, frá 6. til 8. juli vera gomlu træseglskipini at síggja millum oyggjarmar. 

Í ár gongur leiðin frá Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri og Vági til Vestmanna, 6. juli, síðani til Havnar, 7. juli. Skipini sigla heimaftur sunnudagin 8. juli

Siglingarætlan

Fríggjadagur 6. juli - Føroya Regatta í Vestmanna 
Flotin kemur á Vestmanna kl. 19:00
Dragin siglir av Klaksvík kl. 13:00, Westward Ho & Norðlýsið av Havnini kl. 14:00, Thorshavn av Tvøroyri kl. 09:30 og Johanna av Vági kl. 09:00.

Leygardagur 7. juli:  Føroya Regatta í Tórshavn  
Flotin siglir av Vestmanna kl. 10.00 og kemur á Havnina áleið kl. 19.00

Sunnudagur 8. juli: Føroya Regatta av Havnin 
Flotin siglir heim kl. 14.00 tó er undantak: Johanna og Thorshavn sigla kl. 10.00

Ferðaseðlar: Kunnu keypast á kunningarstovunum kring landið, á www.atgongumerki.fo ella umborð. Einkult ferð kostar 300 kr. og allur teinurin kostar 800 kr. Barn, yngri enn 14 ár, ferðast ókeypis saman við vaksnum. Gistast má í landi. 

Skráin verður tøk seinni, 

Nær og hvar

Dagfesting

6. juli - 8. juli 2018

Hvar

Tórshavn og Vestmanna

Fyriskipari

Navn

Felagið Føroysk Træseglskip

Vevsíða

Deil Tiltak