Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Barnakonsert við Dánjal

Barnafestivalurin 2018. Interaktiv konsert við tónleikabólkinum Danjal.

Umframt at geva áhoyrarinum eina litríka tónleikaliga uppliving, verður lurtarin inndrigin og gjørdur til ein part av tí samlaða listarliga skapilsinum



Bólkurin hevur seinastu árini arbeitt við tí tey kalla, kreativur responsur, og tað er júst hetta møguleiki verður at uppliva henda dagin.

Í stuttum er kreativur responsur, at í staðin fyri greina og tulka analytiskt, so tulkar tú tilfarið við sjálvur at útrykkja og formulera teg kreativt. 

Eina viku undan konsertini hevur bólkurin ferðast kring landið og arbeitt við kreativum responsi saman við næmingum á skúlum kring landið. Og tað er júst úrslitið av hesum samstarvi, sum verður pallsett hendan dagin í Norðurlandahúsinum.

Á ein ella annan hátt hava næmingar givið tónleikinum hjá Dánjal kreativan respons, og henda respons fer bólkurin integrera í teirra framførsluna

Um verkætlanina sigur oddamaðurin í bólkinum, Dánjal á Neystabø, soleiðis:

Tað, sum vit leggja dent á, er at geva børnunum eitt inntrykk og samstundis geva teimum pláss til at gera síni egnu úttrykk og útsagnir. Hetta er ein fantastisk arbeiðstilgongd fyri okkum sum listafólk. Ofta eri eg komin til tað niðurstøðu, at hava næmingarnir bara lært helvtina av tí eg havi lært, so er framførslan væleyðnað.



Stutt um tónleikin

Tónleikurin er energiskur, villur, melodiskur og melankolskur og nemur okkara innastu kenslur. Við at siga frá hugvekjandi og provokerandi søgum bæði í talu og tónleiki, er tað okkara grundleggjandi tanki og endamál, at seta ferð á hugflogið hjá áhoyrarunum, og at seta okkurt í gongd.

Tekstirnir eru eitt centralt og eitt berandi element í tónleikinum. Tekstir, ið ofta sýna eina ironiska frástøðu frá trongskygdari vesturlendskari uppfatan av heiminum.



Mann kann kalla tað storyteller rock við íblástri úr fólkatónleiki. Onkur hevur kalla tað fyri rustaðan fólkatónleik.



Men mest av øllum er tað ein frálikt “live” framførsla!



Tónleikarnir eru:

Dánjal á Neystabø

Kim Nyberg

Kristoffer Nyby

Ulrik Brohuus

Erik Olevik

Prísur

50,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

14. apríl 2018, leygardagur

Klokkan

14:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort