Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Inferno

Barnafestivalurin 2018. Ein spælandi og sjarmerandi einmansleikur um markleysar dreymar og lívsjáttandi, men til tíðir ræðandi hugflog.

Við gandakynstrum, klovnaríi og filmi verður søgan um August Strindberg søgd.

Søgan fer fram í Fraklandi har August ger alkymistiskar royndir, sær yvirsjónir og hevur marruna. Koddin hjá honum fær menniskjaskap, hann heldur onkran liggja eftir sær, og hann hoyrir onkran banka á veggin. Bygdarfólkið heldur hann vera sera løgnan. 

Men hvar gongur markið millum hugflogið og veruleikan? Hvønn kunnu vit deila okkara loyniligu dreymar við? Kunnu vaksin gerast eins bangin og børn? Um ja, hvør troystar so tey?

Leikurin er á svenskum, men er sera visuellur, so lættur at skilja, hóast man ikki skilur alt svenskt.

Aldursbólkur: uml 7-11 ár

Prísur

50,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

7. apríl - 8. apríl 2018

Klokkan

15:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort