Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Poetikus - skúlar og dagstovnar

Barnafestivalurin 2018. Barnakonsertir við Føroya Symfoniorkestri fyri skúlar og dagstovnar.
Nú er vorðið seint, og Poetikus fer at leggja seg. Hann rembir sær. geispar og setur seg á koyggjukantin.

Sofus, pappageykurin, situr við havgron á galiónsfigurinum aftan fyri hurðina.

'Bølmenni! Ótúggi! Kukkur!' letur tað úr honum.

Men Poetikus hevur longu ballað seg langt undir dýnuna.

Uttanfyri ýlir stormurin, tað leikar í, og brotini eru sum fjøll. 


Poetikus býr í einum vita langt burturi frá fólki. Tað dámar honum best. men óveðursnætur venda upp og niður á øllum lívinum hjá Poetikusi.

Føroya Symfoniorkestur framførir søguna um Poetikus og havfrúnna við tónleiki, myndum og frásøgn.   

Aldusbólkur: 3 ár og uppeftir

Nær og hvar

Dagfesting

9. apríl - 11. apríl 2018

Klokkan

09:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Deil Tiltak

Kort