Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Grønlendskur maskudansur - verkstova

Barnafestivalurin 2018. Kom á spennandi og sera stuttliga verkstovu í grøndlendskum maskudansi.
Í gomlum døgum í Grønlandi, styttu fólk sær stundir við at dansa maskudans fyri hvørjum øðrum.
Grønlendskur maskudansur hevur 3 frumevni ella kenslur, sum eisini lærir børnini, hvat lívið hevur at bjóða.
 Maskudansarin er bæði stuttligur og ræðandi og spælir við og ímóti áskoðarunum.  
Maskurnar, sum nýttar verða, hava tríggjar litir: 

Svart: Andanna (menniskjans og djóranna) heimur, ein spirituellur, mystiskur og ókendur heimur

Reytt: Lívið, blóðið í kroppinum, sum streymar og heldur okkum á lívi. Kærleiki. 

Hvítt: Beinagrindin hjá forfedrunum og reinleiki. Harafturat hava dansarar ein træpinn í munninum, sum mynda eistuni hjá monnum.

 Aldursbólkur: 10-13 ár
Einans 25 pláss. 
Undirvísari er grønlendksa Connie Kristoffersen.
Connie tosar danskt, men har verður ein vaksin til staðar, sum kann umseta, um onkur ikki skilir. 
Verkstovan endar við at børnini dansa maskudans millum áskoðararnar til setanina av Barnafestivalinum 2018.
 Allir luttakararnir fáa ein træpinn til munnin at eiga. 
uttakarar skulu hava matpakka við til døguðrasteðgin.
Norðurlandahúsið bjóðar frukt og okkurt at drekka. 

Nær og hvar

Dagfesting

7. apríl 2018, leygardagur

Klokkan

10:00

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort