Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Lonely Hearts / Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen

Lonely Hearts    Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen   

Listahøllin:   MEST Skipasmiðja  

Fernisering 24. februar 2018 kl. 15-18

Kinna Poulsen heldur røðu  

Framsýningin er opin 25. februar - 8. apríl 2018 hósdag - sunnudag kl. 15-18  

 Leygardagin 24. februar kl. 15-18 letur listaframsýningin Lonely Hearts við Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á MEST skipasmiðjuni. Kinna Poulsen heldur røðu í samband við ferniseringina.  

Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen vísa verk, ið eru framleidd og taka útgangstøði í ráa framsýningarhølinum. Talan er um eina framsýning við skulpturum hjá Jóhan Martini og veggjarmálningum hjá Hansinu. 
 

Við heitinum á framsýningini Lonely Hearts verður millum annað sipað til lættisoppakendan poptónleik, eyma kroppin, kærleika, einsemi, listafólkini sjálv o.s.v. - samanspælið millum alt hetta, tó ikki sum ein yvirornað linjurætt frásøga men ein røð av brotakendum parallelum evnum og eyðkennum.
 

Framsýningin er gjørd við stuðuli úr listagrunninum Listaflog hjá Atlantic Airways. 

Nær og hvar

Dagfesting

24. februar - 8. apríl 2018

Klokkan

15:00

Hvar

Listahøllin, MEST

Adressa

J.C Svabosgøta 31

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Deil Tiltak

Kort