Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Várkonsertin 2018

Solistur er Jón Festirstein
17. mars hevur Føroya Symfoniorkestur sína várkonsert. Á skránni verða hesi verk: Overtura til Brúðleyp Figaros eftir Mozart, 7. symfoni hjá Beethoven og violinkonsert hjá Samuel Barber.Solistur á hesi konsert verður ungi violinlærarin Jón Festirstein. Dirigentur verður finska Eva Ollikainen. Hon er enn í trýatiárunum, hevur vunnið eina dirigentkapping, og undir síni útbúgving havt so navnframar mentorar sum Kurt Masur, Bernhard Haitink, Herbert Blomstedt og James Levine. Hon hevur stjórnað ymiskum norrønum orkestrum, Staatskapelle Dresden og Deutsches Symphonie-Orchester Berlin, fyri at nevna nøkur. Hon hevur eisini staðið fyri framførslum av Gandafloytuni á Kungliga Operan í Stockholm, Carmen á Gøteborg Operan, og hon fer seinni í vár at standa fyri eini frumframførslu á Semperoper í Dresden. 

Dirgentur: Eva Ollikainen

Solistur:    Jón Festirstein

Skrá

Mozart:     Le Figaro ouverture
Barber:     Violinkonsert
Steðgur
Beethoven symfoni nr. 7

Prísur

150,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

17. mars 2018, leygardagur

Klokkan

19:30

Hvar

Norðurlandahúsið

Adressa

Norðari Ringvegur

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Norðurlandahúsið

Telefon

351351

Teldupostur

nlh@nlh.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort