Kunning.fo

Search



Search
« Back to list

[This text is not available in English]
Føroyar størstu framgongdina í Norðurlendsku økisstøðulýsingini

[This text is not available in English]
Føroyar ganga 25 pláss fram í Vísitølunum fyri Menningarmøguleikar (Regional Potential Index) hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Staðfest verður, at Føroyar eru tað økið í Norðurlondum, sum hevur størstu framgongdina.

Vísitølini eru úr frágreiðingini State of the Nordic Region 2018 (http://www.norden.org/da/tema/state-of-the-nordic-region/download-state-of-the-nordic-region-2018-1) hjá ráðharraráðnum. Frágreiðingin, sum er hin nýggjasta av sínum slagi, savnar ein hóp av hagtølum um Norðurlond. Norðurlandahúsið og NORA bjóða til framløgu av frágreiðingini afturvið ábiti og kaffi. Greitt verður frá, hvussu Føroyar standa seg samanborið við hini Norðurlondini.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 20. februar kl. 8:30-10:00.

Framløgur:
Poul Michelsen, norðurlendskur samstarvsráðharri
Linus Rispling, Nordregio, ritstjórnartoymi fyri State of the Nordic Region
Ólavur Gregersen, limur í útnorrøna bioøkonomiska panelinum

Tiltakið er ókeypis. Heitt verður tó á áhugað at boða frá luttøku í telduposti til conference@nora.fo

When and where

Date

20. February 2018, Tuesday

Time

08:30

Where

Norðurlandahúsið

Address

Norðari Ringvegur

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Nora

Phone

306990

E-mail

nora@nora.fo

Website

Share event

Map