Kunning.fo

Search



Search
« Back to list

Words & Tunes

[This text is not available in English]
3 bøkur, ið eru sera ymiskar, verða lagdar fram, umframt at tey vitjandi sleppa at njóta tónarnar frá Angeliku Nielsen á violin og Onnu Hüdepohl á harmoniku. 

Oddfríður Marni Rasmussen man verða einn hin virknasti yrkjarin, vit hava. Yrkingasavnið "OG" er átjanda bók hansara og tað gongur ikki ár, uttan at okkurt kemur frá yrkjaranum. Vónbjørt Vang fer at práta við virkna yrkjaran. 

Onnur bókin er "Tá mamma verður ør". Hon snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sinnis- og sálarsjúku. Í Føroyum er hetta fyrsta bókin av sínum slag.

Ætlað børnum í barnagarðsaldri og yngstu flokkunum í fólkaskúlanum er hon somuleiðis eitt amboð hjá vaksnum at tosa við børn um hetta evnið, sum hjá nógvum tykist at vera torført at práta um og seta orð á.

Tað er Laura Kathrine Apol, ið hevur skrivað, og alt yvirskotið av søluni av bókini fer óskert til Sinnisbata.

Á Orðum og tónum fer sálarfrøðingurin Erling Fles at umrøða bókina og nema við tey evni, ið bókin viðger.

Triðja bókin "Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa" eru fimm smávísindalig siðsøgubrot. Høvundur er Jóan Pauli Joensen. Hann sigur sjálvur, at søgubrotini eru at meta sum hjáveiða í virknu leitan hansara eftir heimildum í samband við aðra gransking. Men tíbetur er henda hjáveiða komin til lands, og vit lesa m.a. um viðurskifti, ið danski læknin Panum skrivaði um í 1847 - viðurskifti, ið ikki áttu at verið skrivað um sambært tátíðarinnar føroyingum og um nakað so sjáldsamt sum, hvar og undir hvørjum seingjarklæðum føroyingar hava sovið frá landnámi til nýggjari tíð. 

Kári Sólstein fer at práta við Jóan Paula Joensen.

Orð og tónar á Reinsarínum hóskvøldið 15. februar kl. 20.

When and where

Date

15. February 2018, Thursday

Time

20:00

Where

Reinsaríið

Address

Tórsgøta 3

Zip code

100

City

Tórshavn

Organizer

Name

Sprotin

E-mail

sprotin@sprotin.fo

Website

Share event

Map