Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

OPEN MIC/OPEN STAGE, GESTIR MATHIAS AANUNDSEN HAGEN QUARTET

Mikudagin 21. februar verður Open Mic/Open Stage í Reinsarínum. Gestir hetta kvøldið eru Mathias Aanundsen Hagen Quartet. Eftir teirra framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.
Mathias Hagen er saksofonleikari og tónaskald úr Noregi. Hann hevur verið við í nógvum ymiskum verkætlanum og er virkin á unga norðurlendska jazz pallinum. Teir, ið manna bólkin eru; Mathias Aanundsen Hagen (NO) á tenor saksofon, Kim Kristensen (DK) á klaver, Arnold Ludvig (FO) á frettless bassi og Rógvi á Rógvu (FO) á trummum.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Skráin er hendan:
19:30 – Tilmelding
20:00 – 20:30: Mathias Aanundsen Hagen Quartet
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Føroysk Tónaskøld og Okkara.

Nær og hvar

Dagfesting

21. februar 2018, mikudagur

Klokkan

19:30

Hvar

Reinsaríið

Adressa

Tórsgøta 3

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Reinsaríið

Teldupostur

torsgota@torshavn.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort