Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

OPEN MIC/OPEN STAGE, GESTIR JAMES OLSEN BAND

Mikudagin 14. februar verður Open Mic/Open Stage í Reinsarínum. Gestir hetta kvøldið eru James Olsen Band. Eftir teirra framførslu er pallurin opin, og møguleiki er hjá fólki, ið hava okkurt at framføra at gera tað.

Besti jazz og blues sangarin í Føroyum, og jazz improvisatørurin, James fer at framføra egið tilfar umframt sangir hjá Anna Iachino & Arnold Ludvig. Til øll, ið elska jazz og halda Valentinsdagin, verður víðagitni My Funny Valentine eisini á skránni. Í bólkinum eru; James Olsen ið syngur, Herluf Lutzen á guitar, Arnold Ludvig á frettless bassi, Mortan Zachariassen á tenor saksofon og Rógvi á Rógvu á trummum.
Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Skráin er hendan:
19:30 – Tilmelding
20:00 – 20:30: James Olsen Band
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.
Stuðlað tiltakinum hava Føroysk Tónaskøld og Okkara.

Nær og hvar

Dagfesting

14. februar 2018, mikudagur

Klokkan

19:30

Hvar

Reinsaríið

Adressa

Tórsgøta 3

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Reinsaríið

Teldupostur

torsgota@torshavn.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Kort