Kunning.fo

Søg



Søg
« Tilbage til oversigt

[Teksten findes ikke på dansk]
Zacharias (Teitur Árnason, Føroyar 2018 65 min)

[Teksten findes ikke på dansk]
11. apríl er frumsýning í Filmsfelagnum, tá heimildarfilmurin hjá Teiti Árnason, "Zacharias", verður sýndur.

Framleiðsluliðið skrivar soleiðis um filmin:

Í árinum 2000 savnaðist eitt lítið filmslið úti í Hattarvík at gera upptøkur til filmin “Burturhugur - Faroese Observations”. Ein mynd av sjey teimum seinastu fólkunum á hesum fjarskotna plássi.

Ein av høvuðspersónunum í tí dokumentarfilminum var bóndin Zacharias. Síðani vit í 2016 fingu boðini um, at hann var deyður, hevur okkurt onkursvegna áhaldandi eggjað okkum til at leita aftur til allar teir mongu tímarnar við upptøkum, sum vit tá gjørdu við hesum karismatiska, gamla bóndanum, har úti í Fugloy.

Vit fylgdu honum langt tíðarskeið í hansara hóvliga, lítillátna og spakføra gerandisdegi. Bæði í gaman og álvara. 

Í hesi nýggju vangamyndini av honum, sum vit nú hava fingið klipt saman og snøggað, hava vit nýtt oynna og øll gerandismál hansara harúti sum lørift.

Zacharias vísir seg at umboða eina farna tíð í slitnum, veðurbardum og einføldum rammum. Líkasum ein tann seinasti føroyingurin av sínum slagi gevur hann okkum gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim við søgum, ið hittinorðaðar verða bornar fram fyri okkum sum dýrgripir. Og geva vit okkum stundir at lurta og skilja, hvørjum bergi hesin samanrikni maðurin er brotin av, so byrja vit at hóma nakrar hornasteinar, sum hansara gamla føroyska bygdarsamfelag var bygt á. Og tað kennist, sum hárini reisast á handarbakinum, tá ið vit ígjøgnum frásøgur hansara sanna, at hetta lítla bygdarsamfelag, í trongum tíðum og uttan nakrar verðsligar hentleikar yvirhøvur og at kalla heilt avbyrgt frá umheiminum, aldi upp menniskju sum okkara høvuðspersón, sum í uppvøkstri sínum fekk við sær førning við eini óalmindiliga fínt innstillaðari kumpass at ferðast ígjøgnum lívið við. 

Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd.

Tá ið seinasta myndin av Zachariasi er rullað um løriftið, stendur andsøgnin til okkara nútíðar acceleratiónssamfelag so krystalklárt eftir og darrar í myrkrinum.

Við hesum filmi vilja vit lýsa frið yvir mannin og fagna hesum týdningarmikla persóni, sum vit einaferð hittu á leið okkara.

Framleiðsla, leikstjórn, klipping
Teitur Árnason

Myndatøka og ljóðupptøka
Thomas Nikolai Olsen
Nils Martin Lefstad

Tónleikur
Kári Sverrisson 
Ljóðviðgerð
Baldur Kampmann

Ljóðbland
Simon Ellegaard
SDI Media

Undirtekstir
Marianna Debes Dahl
Litbland
Nicklas Thiesen
Casablanca Film

Samskipari
Forlagið Fannir / Árni Dahl

Filmurin er 65 min.

Hvor og hvornår

Dato

11. april 2018, onsdag

Klokken

20:00

Hvor

Havnar Bio

Adresse

Tinghúsvegur 6

Postkode

100

By

Tórshavn

Arrangør

Navn

Filmsfelagið

Del Event

Kort