Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Klassisk gittarkonsert við Dáva Birgisson og Ragnari Olsen

Sunnudagin 25. februar kl. 16.00 skipar Konsertfelagið fyri konsert við vinnaranum av tónleikakappingini Stella Polaris 2017. Konsertin verður í Listaskálanum. 

Stella Polaris er tónleikakapping, ið Musikkskúlin skipar fyri. Kappast verður í trimum aldursbólkum, og sunnudagin verður høvi at hoyra Dávur Birgisson, vinnara í elsta aldursbólkinum, Tónleikakappingin, ið millum annað hevur til endamáls at seta sjóneykuna á klassiskan tónleik, vísir eitt serstakliga høgt støði millum ungar tónleikarar, og hetta er úrslit av tí framúrskarandi arbeiðið, sum musikkskúlarnir kring landið gera. 

Dávur Birgisson, varð føddur í 1995, og byrjaði sum 9 ára gamal at spæla gittar hjá Ragnari Olsen. Aftaná lokið prógv frá Musikkskúla Miðnámi stóð Birgir sum 17 ára gamal, upptøkuroyndina til danska kongaliga konservatorii, haðani hann í 2016 fekk bachelorprógv. Í løtuni er hann í holt við kandidatútbúgvingina. Harumframt hevur hann eitt skifti lisið á Central Conservatory of Music” í Beijing, og har fekk hann millum annað høvi at spæla fyri danska Fríðrikki Krúnprinsi.

Til konsertina luttekur fyrrverandi lærari hjá Dáva, Ragnar Olsen. Ragnar er útbúgvin gittaristur á Esbjerg Musikkonservatorium. Eftir loknan lestur hevur Ragnar millum annað lisið víðari hjá Timo Korhonen í Finlandi, og seinastu árini hevur Ragnar luttikið á ymiskum skeiðum í gittarspæli. Ragnar er virkin sum solistur og kamartónleikari, og umframt hetta starvast hann í Føroya Musikkskúla og er leiðari fyri Sandoyar Musikkskúla.

Til konsertina framføra Dávur og Ragnar bæði eldri og nýggjan gittartónleik. Eitt nú verða verk eftir Bach, Sunleif Rasmussen og Ferdinando Carulli á skránni.

Nær og hvar

Dagfesting

25. februar 2018, sunnudagur

Klokkan

16:00

Hvar

Listaskálin

Adressa

Gundadalsvegur 9

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Konsertfelagið

Teldupostur

konsertfelagid@gmail.com

Deil Tiltak

Kort