Kunning.fo

Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Kvøldseta í Dali og gongutúrur

Mong munnu tey vera, sum kenna fólkalívsmyndina “Kvøldseta” hjá V.U. Hammershaimb. Hendan fólkalívsmynd kann gerast veruleiki, um vitjað verður í Dali. Her skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði, har børn, ung, tilkomin og gomul savnast at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl.

Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur.

Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera. Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld!

Tiltakið verður á føroyskum ella norðurlendskum, og møguliga við enskum tolki.

Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal við ferðaleiðara, gongurtúrurin byrjar kl. 14.30.

Vinarliga sig okkum frá um tú ynskir at sleppa við bussi úr Skopun til Skarvanesar, ella frá Dali til Skopunar.

Um tú vilt aftur og framm sama dag, ber til at fara við Teistanum kl. 13.15 av Gomlurætt, og kl. 20.40 av Skopun.

Prísur

800,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

20. juli 2018, fríggjadagur

Klokkan

14:30

Hvar

Eiriksgarður

Adressa

Dalsvegur

Postnummar

235

Býur

Dalur

Fyriskipari

Navn

VisitSandoy

Telefon

+298222078

Teldupostur

info@visitsandoy.fo

Vevsíða

Deil Tiltak

Frámerki

Kvøldseta mentan gongutúrur culture hike walk music heimablíðni local food kultur vandretur

Kort