Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Luddi & Lundisa

Leikurin Luddi og Lundisa tekur útgangsstøði í náttúruni á eini lítlari, føroyskari oyggj: Mykines. Tvær lundapisur í Lundalandi síggja dagsins ljós og síggja alt fyri fyrstu ferð, eisini hvørja aðra - og uppdaga, at tær hava nakað í felag: tær duga at syngja sama sang.

Luddi og Lundisa er ein nýskrivaður barnasjónleikur, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað fyri børnum serliga í aldrinum 3-7 ár, og øllum, sum hava hug at lata hugflogið fara á flog.

Tvær tær seinastu sýningarnar vera í Roykstovuni í Kirkjubø: 
Leygardagin 10/2 kl. 15:00 Sunnudagin 11/2 kl. 15:00   
Eftir hetta fer leikurin á leikferð kring Føroyar


Við í prísinum er drekkamuður, saft og ein køkubiti eftir sýningina, sum Kirkjubøgarður bjóðar.

Prísur

200,00 DKK

Nær og hvar

Dagfesting

10. februar - 11. februar 2018

Klokkan

15:00

Hvar

Roykstovan í Kirkjubø

Adressa

Heima á Garði 1

Postnummar

175

Býur

Kirkjubøur

Deil Tiltak