Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Vetrarljós í Myndlist

Vit lata dyrnar upp saman við Jórunn Dánialsdóttir leygarkvøldið kl. 19.00 og bjóða okkurt lekkurt ábit. 

Jórunn er útbúgvin handarbeiðslærarinna á Håndarbejdets Fremme Seminarium 1974-77 í Keypmannahavn, og arbeiddi síðan á veviverkstaðnum hjá donsku vevlistakvinnuni, Margrethe Agger 1977-78. 
Heimkomin var Jórunn handarbeiðslærarinna á Føroya Fólkaháskúla og undirvísti í myndaveving, seyming og plantuliting v.m., og undirvísti eisini á Tórshavnar Kvøldskúla í myndaseyming, patchwork og ymsum broderíi.
Á listaliga økinum hevur Jórunn framhaldandi fingið íblástur á tveimum skeiðum á listaháskúla í Holbæk og haraftrat útbúgvið seg meira innan kreativt broderí á diplomaskeiði hjá Bettinu Andersen.
Jórun er limur í felagnum Føroysk Myndlistafólk.
Framsýningin heldur áfram til og við 16. februar.

Nær og hvar

Dagfesting

3. februar - 16. februar 2018

Klokkan

19:00

Hvar

Myndlist

Adressa

Tórsgøta 16

Postnummar

100

Býur

Tórshavn

Fyriskipari

Navn

Myndlist

Telefon

+298 259505

Teldupostur

myndlist@myndlist.fo

Deil Tiltak