Søg



Søg
« Tilbage til oversigt

TórsfestTórsfest

[Teksten findes ikke på dansk]

Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 21. juli 2018, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fimtu ferð skipar fyri Tórsfest.

Og leygarkvøldið fyri ólavsøku í ár verður so gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá bæði kend útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verðar settir upp niðast í gongugøtuni. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í Havnini beint fyri ólavsøku.

Á Tórsfest verður eisini spæliland, tiltøk og konsertir fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Pris

495,00 DKK

Hvor og hvornår

Dato

21. juli 2018, lørdag

Hvor

Gongugøtan

Adresse

Niels Finsensgøta

Postkode

100

By

Tórshavn

Arrangør

Navn

Tórshavnar Ítróttarráð

Del Event

Kort