Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Útgávukonsert við Eyðun Nolsøe í Spaniastovu

Í samband við, at Eyðun læt úr hondum sína triðju solo fløgu síðsta summar, Dagur legst at degi, fer hann á tónleikaferð kring landið við bólki at framføra bæði nýggjar og eldri sangir.
Nýggja útgávan, Dagur legst at degi, hevur fingið sera góða umrøðu.
Eyðun hevur útgivið tilfar síðani 1984, tá hann sum blaðungur slapp uppí part á fyrstu Frændur útgávuni. Síðani, eru nógvir sangir komnir frá Eyðuni, bæði saman við Frændum, saman við Terja, sum solistur og í øðrum høpi eisini. 
Við sær á tónleikaferðini hevur Eyðun sera góðar tónleikarar. Á gittar er framleiðarin Hans Poulsen, á trummum Jósva Debes, á bass Jóhannus á Rógvi og á keyboard Pætur við Keldu.

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund

Nær og hvar

Dagfesting

16. mars 2018, fríggjadagur

Klokkan

21:00

Hvar

Spaniastova, Klaksvík

Adressa

Klaksvíksvegur 86

Postnummar

700

Býur

Klaksvík

Fyriskipari

Navn

Spaniastova

Telefon

457151

Teldupostur

leikalund@leikalund.com

Deil Tiltak