Leita



Leita
« Aftur til yvirlit

Føroya sunnasta hálvmaraton

Føroya Sunnasta hálvmaraton verður hildið í Suðuroynni. Ætlanin er at fáa fólk út at røra seg, men ikki við kapping í huganum. Vit tendra klokkuna kl. 10:00 og verður sløkt uml. kl. 16:00. Tá eru vónandi øll, annaðhvørt tey spáka, smárenna, renna, trilla ella súkkla komin á mál.
Aftaná, verður møguleiki til at fara ein túr í Páls Høll, annaðhvørt í heita barnahylin, ella langhylin, sauna, dampbað ella ein bíleggur sær vøddamykjan.
 At enda, ber til at fáa sær ein bita, okkurt at drekka, og annars verður lagt upp til hugna og prát.

Nær og hvar

Dagfesting

22. septembur 2018, leygardagur

Klokkan

10:00

Hvar

Suðuroy

Fyriskipari

Navn

Føroya sunnasta 1/2marathon

Deil Tiltak